Sosialurin hitti Ettu Cameron eftir hennara frálíku konsert í mentanarhúsinum í Fulgafirði.
- Eg eri sera troytt aftaná konsertina. Eg fyrireiki meg altíð sera væl, og eg má nýta nógva tíð til at koma fyri meg eftir eina slíka konsert, sigur Etta.
Hon var einaferð gestasangari til eitt tiltak hjá hjálparfelagsskapinum ADRA, og soleiðis varð hon biðin um at koma til Føroya við ADRA.
- Eg elski Føroyar. Heta er fimtu ferð, at eg eri í Føroyum. Eg haldi veruliga, at Føroyar er eitt av teimum vakrastu londunum, sum eg havi sæð. Eg havi ferðast nógv, men tað eru fá lond, sum hava so vakra náttúru sum Føroyar. Um tað ikki var so torført at ferðast her til, kundi eg hugsað mær at búð her, sigur Etta.
Uppvaksin við sangi og kirkju
Etta er frá Bahamas. Men hon flutti við foreldrunum til USA longu sum 9 ára gomul. Bæði mamman og pápin spældi ljóðføri, so hon fekk tónleik inn við móðurmjólkini.
- Vit vóru í kirkju mest sum hvønn dag, og tað var nógvur tónleikur í mínum gerandisdegi. Eg framførdi fyri fyrstu ferð á útvarpi longu sum 10 ára gomul. Eg havi sungið alt tað, eg kann minnast, sigur Etta, sum tó ikki droymdi um at gerast yrkissangari.
- Eg vildi vera barnalækni. Eg havi ein veikleika fyri børnum. Eg eri elst av seks systkjum, og eg havi altíð kent meg sum móðir at mínum yngru systkjum, tí at móðir okkara doyði, tá ið eg var ung. Eg ynskti mær eisini seks børn. Eg havi so megna at fáa tvey, og tey hava so aftur fingið míni ommubørn, sigur Etta við einum smíli.
- Eg slapp tó ikki í skúla at lesa til barnalækna, tí at vit áttu ikki nóg mikið av peningi. Tí gjørdist tónleikurin mín yrkisleið, sigur Etta, sum nú býr í Keypmannahavn, har ið hon undirvísir á konservatoriunum.
Trúgvin týðandi
Trúgvin á Jesus hevur nógv at siga fyri Ettu í øllum partum av hennara lívi.
- Eg síggi sangin sum eina tænastu. Eg lærdi sum barn at vera erlig yvir fyri tí, sum eg syngi. Tí vil eg ikki, at mínar konsertirnar skulu gerast ov handilssligar. Eg havi ein boðskap at bera, tá ið eg standi á pallinum. Eg tosi ikki so nógv um mína trúg, uttan at eg verið spurd. Trúgv er persónlig, og tú kanst ikki trýsta nakran til Gud. Men um eg kann geva onkrum okkurt gjøgnum mína tænastu, eri eg glað, sigur Etta.
Etta hevur sungið til nógvar stórar konsertir kring allan heimin. Hon ger tó ikki mun á at framføra framan fyri fleiri túsund áhoyrararum og so at framføra í Føroyum.
Elskaði VOX
- Eg havi altíð nervar áðrenn eina konsert. Tað ger ikki mun, um tað eru 10 áhoyrarar ella um tað eru 10.000. Eg eri altíð líka nervøs. Eg haldi, at báðar konsertirnar gingu væl. Tað var stuttligt at syngja saman við 80 sangarum í Havn. Kórið VOX, sum sang saman við mær í Fuglafirði var heilt fantastiskt! Eg havi hug til at pakka tey niður í kuffertið og taka tey við mær, sigur Etta at enda, áðrenn hon aftur má fara av landinum, sum tó hevur eitt serligt pláss í hennara hjarta.