Eto´o og 335 milliónir

Tað hevur forsetin í Barcelona, Joan Laporta, sagt við spanskar miðlar í dag.

Tað eru annars bert fáir dagar síðani, at Inter segði, at Zlatan ikki fór nakran veg, tí einki felag var til reiðar at rinda hálvu milliardina, sum Inter kravdi.

Beinini hjá Samuel Eto´o eru tó eisini eitt slag av pengum í fótbóltsheiminum, og við at leggja tey afturat handlinum, sleppur Barcelona við ?einans? at rinda 45 milliónir evrur - svarandi til 335 milliónir krónur. Og hartil fær Inter altso loyvi at læna Hleb komandi kappingarárið.