Fótbóltur
Tað va rikki bara í Føroyum, at tað var stutt millum atkvøðurnar leygardagin.
Tá gerast skuldi av, hvør var besti afrikanski fótbóltsspælarin í fjør, vóru bara tvær atkvøður á muni millum tey bæði fremstu evnini. Hesi vóru Baracelona-spælarin Samuel Eto'o úr Cameroun og Didier Drogba av Fílabeinsstrondini, sum annars spælir í Chelsea.
Tað var tó ikki so øgiliga óvæntað, at valið skuldi fella á Et'o. Tá landsliðsvenjarar og -liðformenn í heyst skuldu atkvøða um besta spælaran í heiminum, gjørdist cameroun-framherjin nummar trý. Og tað er hæsta plasering, sum ein afrikani hevur fingið í teirri atkvøðugreiðsluni, síðani George Weah úr Liberia fyri níggju árum síðani varð kosin besti spælarin í heiminum.
Loysir seg at stríðast
Hetta var triða ferðin á rað, at Samuel Eto'o fekk hendan heiðurin, og hann duldi ikki fyri, at hann sera fegin um hetta.
Undir takkarrøðu síni segði Barcelona-framherjin, at hetta var eitt tekin um, at tað loysir seg at stríðast fyri sínum málum. Við hesum sendi hann eisini eina vón til mongu smádreingirnar, sum í dag spæla við bóltunum kring alt Afrika. Og eisini til politisku støðuna, har heimsparturin framvegis eigur nógv tung tøk eftir, um vinnast skal á fátkækradøminum, sum hevur eyðkent støðuna har um leiðir í so nógv ár.
Sum sagt, so gjørdist Didier Drogba úr Chelsea nummar tvey. Og hann hevði ein liðfelaga undir liðini á sær á listanum. Nummar trý gjørdist nevnliga Michael Essien, sum eisini spælir við ensku meistarunum.










