Aglow skipar leygarkvøldið fyri etniskum kvøldi í Miðlahúsinum. Har fara Anna Maria Fredriksen úr Rumenia, sum er gift við Jákup Fredriksen og Clarisse Simonsen úr Togo, sum er gift við Jógvan Andreas Simonsen, ið koma at greiða frá teirra landi og mentan. Tær koma eisini at greiða frá, hvussu tað er at koma til Føroyar og búsetast her.
Eisini kemur Andreea Ligia Popescu, at verða í Rumenskum búna, og vísa fram ymiskt úr Rumenia, so møguleikin hjá kvinnum her heima verður at síggja ørðvísi ting enn vit vanliga nýta. Fundurin leygarkvøldið byrjar klokkan 19.30.










