Etiska støðið í Tinganesi fellur

Etiska støðið í landinum sum heild er í vanda, tá løgmaður ikki tekur avleiðingar av misgerðum landsstýrismanna og antin koyrir teir frá ella gevur teimum eina nøs

UM somu tíð, sum politikarar í leiðandi størvum í t.d. Bretlandi og USA, sum vit oftani samanbera okkum við, verða frákoyrdir fyri eitt hálvtalað orð, so sita landsstýrisfólk heima í Føroyum so klettaføst. Síðani vit fingu nýggja stýrisskipanarlóg hevur løgmaður fingið mandat til at kunna siga landsstýrisfólkum úr starvi, um hann metir, at tey ikki røkja embæti sítt til fulnar. Bert einaferð hevur ein løgmaður brúkt henda møguleika, og tað var undir undanfarna landsstýri, tá táverandi løgmaður Edmund Joensen gav Sámal Petur í Grund, landsstýrismanni sekkin. Tann orsøkin var tó meira politisk, og tí kunnu vit í veruleikanum siga, at enn hevur eingin løgmaður brúkt sítt mandat til at siga upp ein landsstýrismann, sum ikki hevur røkt sínar skyldur.


SPURNINGUR okkara er, um ikki verandi løgmaður hevur havt orsøk til at brúka mandat sítt í hesum skeiðnum. Vit hugsa her m.a. um, hvussu ein av hansara landsstýrismonnum hevur handfarið málið um uppsøgnina av landssverkfrøðinginum. Tað hevur verið víst á frá fleiri síðum, at landsstýrismaðurin hevur ikki sagt sætt í hesum máli, og at tað tí átti at fingið fylgjur fyri hann.


TEY eru helst mong, sum virða verandi løgmann fyri hansara arbeiði og fyri hansara oftani sera diplomatisku og siðuligu framferð. Men man kann eisini vera ov hampuligur og gloyma onkra av sínum skyldum sum løgmaður. Og skylduna ella ábyrgdina vit her sipa til er handfaringin hjá einum av landsstýrismonnunum landsverkfrøðingsmálinum. Við ikki at fyritaka sær nakað í tí málinum hevur løgmaður verið við til at lækka etiska støðið í Tinganesi. Tá toppar sleppa gott frá at lúgva, hvussu skal skilið so blíva í samfelagnum annars! Tá hugsað verður um, at nettup stýrisskipanarlógin skuldi vera við til at rudda upp, at seta neyvari og strangari reglur fyri arbeiðinum hjá eitt nú landsstýrismonnum, so er tað óheppið, at løgmaður ikki livir upp til andan í hesi lóg. Undir øllum umstøðum átti landsstýrismaðurin at fingið eina álvarsliga ?nøs? frá løgmanni. Vit vilja við hesum eisini vísa til úttalilsini hjá formanni Tjóðveldisfloksins í blaðnum í dag. Og í aktuella sjúkrahúsmálinum átti løgmaður eisini at traðkað inn og givið landsstýriskonuni eina nøs fyri handfaringina av bæði pensiónsmáli og sjúkrahúsmáli. Men tað kann væl henda, at løgmaður fyrr ella seinni verður tvungin til at at seta hana uppá pláss, so ella so.