Etið ov nógv um jólini?

Jólini eru ein tíð, har ikki verður spart upp á feittið í matinum. Vit eta nógvan og góðan mat, og ovmikið er altíð til. Hendan tíðin er nú farin afturum, og gamlaárskvøld er ikki óvanaligt at seta sær ymiskt fyri, sokallaði nýggjárslyfti

Sagt verður, at vit fitna ikki av tí vit eta millum jól og nýggjár, men av tí vit eta millum nýggjár og jól. Nú byrja vit at hugsa um, hvussu vit kunnu sleppa av við kiloini, sum eru komin afturat vektini hesa tíðina.

Um BMI er omanfyri 25 vigar tú sambært altjóða mátum ov nógv. Kortini nýtist tað ikki at merkja, at tú hevur ov nógv feitt í kroppinum. Fólk, sum eru limastór ella hava stórar vøddar, kunnu hava eitt høgt BMI uttan at hava ov nógv feitt í kroppinum. Men oftast er talan um ov nógv feitt í kroppinum, um BMI er yvir 25.

Hvat er BMI?
BMI stendur fyri Body Mass Index, og er eitt mát fyri hvussu nógv fiti er í kroppinum mett eftir hædd og vekt. Hetta mát er bert galdandi fyri vaksin, bæðí kvinnur og menn. BMI-talið verður roknað út á tann hátt, at vektin í kilo verður býtt úrslitinum av hæddini í metrum faldað við hæddini í metrum.

Dømi: tú ert 175 cm høg/ur og vigar 60 kilo. Títt BMI verður roknað soleiðis: 60/1,75x1,75 = 19,6 sum vit runda upp til 20.

BMI < 18,5 = vigar í minna lagi
BMI 18,5-24,9 = vektin er í lagi
BMI 25-29,9 = vigar í meira lagi
BMI $?$end$!$ 30 = feit/ur


Avleiðingar av fiti
Kanningar vísa, at um BMI er omanfyri 25, økist vandin fyri sjúkum, sum t.d. sukursjúku, ov høgum blóðtrýsti og hjartasjúkum. Somuleiðis fáa fleiri, sum viga ov nógv trupulleikar við ryggi og knøum. Sálarligir trupulleikar, so sum minni sjálvsálit og kensla av mismuni, eru trupulleikar, sum fleiri fólk kenna.
Orsøk til ovurfiti
Í likami okkara eru feittgoymslur, sum eru neyðugar fyri at likamið kann virka sum tað skal. Um feittgoymslurnar eru ov stórar, er persónurin ov feitur. Um tú etur meira enn tú brennir, verða feittgoymslurnar. Við øðrum orðum: Feitur verður tann, ið etur ov nógv og/ella rørur seg ov lítið.
Ovurfiti kann arvast; men liviháttur er tó altavgerandi fyri um ein gert feit/ur.

Hvat kann gerast?
Fiti kann ein sjálvur bæði fyribyrgja og viðgera. Tað sum umræður er, at orkan, sum fæst við mati og drekka, ikki er størri enn orkan, sum verður nýtt til rørslur.
Við at minka um orkuna sum ein fær við mati og drekka, og við at nýta meira orku við at íðka ella røra seg, vil tað føra við sær, at ein lætnar.
Hetta ljóðar einfalt, men fyri fleiri er tað sera torført at klænka. Tað er neyðugt at broyta livihátt, um ein er ov feit/ur og vil viga minni.

Nøkur góð ráð
- Minka um feittið í matinum. Her er serliga talan um ost, smør, margarin, feitur kjøtviðskeri og feitir kjøtrættir. Ein nýtist ikki heilt at lata vera við at eta henda mat, men bert at eta minni av honum.
- Et í staðin frukt, grønmeti og kornúrdráttir.
- Et minni av sukri og góðgæti, og drekk ikki nógv sodavatn og rúsdrekka. Hesi innihalda nógva orku, men metta ikki.
- Ikki hungra teg sjálva/n. Í longdini er tað ikki ein gongd leið.
- Brenn eitt sindur av orku hvønn dag. Vit nýta orku tá vit ganga til og frá arbeiði/skúla, ganga túrar í frítíðini, íðka ítrótt og mangt annað. Neyðugt er at ganga, renna ella gera onkran rørsluítrótt ella fimleik í minsta lagi 1-2 tímar um vikuna.


Kelda: www.apotek.fo