Etið ikki ráar spírar

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir nú fólki frá at eta ráar spírar.

- Spírar skulu hitast, áðrenn teir verða etnir, sigur Starvsstovan.

Samstundis mælir hon fólki frá at dyrka spírar sjálvi, sigur hon á heimasíðuni.

Hetta tilmælið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni kemur í kjalarvørrinum á nógvu álvarsligu tilburðunum at E-coli sjúkutilburðunum í Týsklandi -og nú eisini í Fraklandi- seinastu tíðina.

Í hesum sambandi hevur illgruni verið um, at tað eru tað slagi av spírum, sum á donskum eita ”bukkehornspirer”, sum hava elvt til sjúkuna.

Men áheitanin um altíð at hitaviðgera spírar er ikki bara galdandi fyri ”bukkehornspirer” men fyri øll sløg av spírum.

Hetta er tí at ”bukkehornspirer”, og fræ av teimum, verða oftast selt í blandingum.?