One, two whatcha gonna do? Jú, vit loypa á r&b soul ferjuna Eternal, ið siglir til rytmubox-landið við teimum mongu fraseringunum hangandi á trøunum. Lat tað vera sagt beinanvegin: What?cha gonna do er helst mest upplagda hit-lagið á fløguni.
Einaferð vóru tær tríggjar. Nú eru tær tvær, og munur hoyrist ongin. Eternal er svartur poppur, produseraður við silkihandskum. Gott hondverk. Eternal hava eisini eitt yvirskot, sum hoyrist aftur í tónleikinum. Báðar sangarinnurnar Vernie og Easther syngja væl, kórini eru flott og av teimum 13 løgunum eru fýra teirra góð.
Restin er tíverri onkisigandi orðameldur kryddaður í kompositoriskari elendigheit. Tað er bara so ónáttúrliga strævið at hoyra, hvussu øll jagstrað tað stóra hit-lagið og kanska gloyma bara at skriva ein sang, ið ikki vil vera annað og meira enn tað hann er ? ein sangur.
Men her sigla vit so mitt gjøgnum Poppstrætið. Ferðin svingar millum døll og fínt groove, ið tó aldrin ferð upp um miðalferð.