Yvirgangur
Árni Joensen:
Spanska løgreglan segði í gjár, at tey bæði, sum doyðu av bumbuspreingingini, vóru ein 57 ára gamal maður og ein átta ára gomul smágenta. Meiri enn 25 onnur fingu skaða.
Bumban lá í bili, sum stóð uttan fyri løgreglustøðina í býnum Santa Pola og stutt frá einari bussstøð, har nógv fremmand ferðafólk ofta eru savnað. Tað eru fólk, sum vitja kenda frítíðarstaðið Alicante á sponsku miðjarðarhavsstrondini, sum plaga at nýta busstøðina.
Spanska løgreglan sigur, at atsóknin líkist atsóknum, sum baskiski loysingarfelagsskapurin ETA hevur skipað fyri, og blaðið El Mundo skrivaði í gjár, at tað var ETA, sum legði bumbuna í bilin í Santa Pola.
ETA hevur ofta fyrr hótt við at søkja at sponsku frítíðarplássunum um summarið til tess at ræða fremmand ferðafólk frá at koma til Spania at halda summarfrí. Á tann hátt ætlar felagsskapurin at raka ferðavinnuna, sum er ein ógvu liga týðandi inntøkukelda hjá spanska samfelagnum.