Útróðrarmenn í Rødvig í Danmark, sum royna við gørnum, eru troyttir av kópum, sum teir halda eta ein stóran part av teirra fiski og inntøku.
- Kópar eta millum 80 og 90% av okkara fiski. Teir svimja bara fram við gørnunum og bíta toskin úr teimum.
Tað sigur útróðrarmaðurin, Flemming Let, við TV2, Eystur.
Men tað er ikki bara í Eystursjónum, at kópar elva til trupulleikar hjá teimum, sum fiska við gørnum.
Síðan kópurin varð friðaður í 1977, er stovnurin vaksin fram við donsku strendrunum. Í 1977 varð mett, at stovnurin taldi 2.000 kópar. Sambært Århuus Universiteti er stovnurin í dag 20.000 kópar.
Danmarks Fiskeriforening stuðlar teimum sum halda, at heimligi kópastovnurin skal minkast.