Eta laks heldur enn tosk

Tað var tann tíð, tá toskaflak og chips stóðu ovast á matskráunum hjá teimum bretsku matstovunum, men soleiðis er ikki longur. Tá bretar nú fara inn á eina matstovu at fáa sær ein bita, eru tað fleiri, sum velja laks heldur enn tosk. Næst eftir laks og tosk koma tunfiskur, hýsa og rækjur.

Hetta er úrslitið av einari kanning, sum matstovuketan Chef and Brewer í Bretlandi hevur gjørt. Leiðslan í ketuni heldur, at nógvir bretar velja laks fram um tosk, tí tað verður hildið vera fínari og meiri nútímans at eta laks heldur enn tosk. Ein onnur orsøk er, at tað er vorðið støðugt dýrari at keypa tosk.

Kanningin hjá Chef and Brewer vísir eisini, at lutfalsliga fleiri bretar eta fisk nú enn fyrr. Tað vísir seg, at ein næstan triðja hvørt fólk etir fisk tríggjar ella fýra ferðir um vikuna, og at í einum meðalheimi er fiskur á borðinum minst tvær ferðir um vikuna.