ETA lýsir vápnahvíld

Baskiski loysingarfelagsskapurin ETA hevur sent bretska kringvarpinum BBC eitt sjónband, har felagsskapurin boðar frá, at hann ætlar sær ikki at fremja fleiri hernaðarlig átøk.

Felagsskapurin leggur afturat, at avgerðin um at gevast við hernaðarligu átøkunum varð tikin fyri fleiri mánaðum síðani sum ein roynd at seta eina demokratiska tilgongd í verk. Tað er tó ógreitt, at vápnahvíldin er fyribils ella varandi.

ETA byrjaði sín uppreistur fyri einum sjálvstøðugum baskiskum ríki fyri 40 árum síðani, og hesi árini hava atsóknir hjá felagsskapinum kravt meiri enn 820 mannalív um alt Spania.

Spanska stjórnin metir ETA sum ein yvirgangsfelagsskap.