Eta føroyskt í London

Aftur í ár verður skipað fyri køldum borði í London við føroyskum mati.

Sjeynda mars hittast føroyingar í London, har teir fara at fáa sær føroyskan mat.

 

Tiltakið hevur verið ein afturvendandi táttur seinnu árini, 7. mars verður enn einaferð kalt borð fyri føroyingar í Stórabretlandi, og fyriskiparirnir lata væl at undanfarnum árum.

 

- Eftir at føstulávintsveitslan í fjør eydnaðist avbera væl, er avgjørt at halda fram eftir sama leisti. Hesaferð verður veitslan í hugnaligum hølum við Waterloo statión, og fólk kunnu leita sær kunning á facebokk, siga tey.

 

Eins og í fjør er verður tað Ottar S. holm, sum stendur fyri at samskipa kalda borðið vid fjølbroyttum føroyskum mati við onkrum leskandi afturvið. 

 

- Á skránni verður harumframt felagssangur við guitarleikara og lagt er upp til at enda kvøldið við at fara uppá gólv. Aftrat hesum arbeiða vit við at fáa okkurt smávegis undirhald uppá beinini, siga fyriskipararnir.

 

Í mun til undanfarin ár, hava tey tryggjað sær, at hølini eru tøk nakað longri hesaferð, soleiðis, at tiltakið er í betri samsvarið við býarmentanina, sum vit kenna úr Føroyum.

 

- Stuttligt hevði verið, um so nógv okkara sum gjørligt tóku ein ella fleiri Føroya áhugadar vinir við til veistluna, siga fyriskiparirnir at enda.