Baskiska rørslan ETA, sum sambært ES er ein yvirgangsfelagsskapur, kunngjørdi í dag, at hon er til reiðar at lýsa varandi vápnahvíld og at lata altjóða eygleiðarar halda eyga við, at rørslan heldur orð.
Spanska stjórnin hevur kravt, at ETA skal geva seg yvir treytaleyst, og spanski innanríkisráðharrin segði seinnapartin, at einki nýtt er í tilboðnum um vápnahvíld.
-Støðan er tí tann sama í dag, sum hon var í gjár, segði hann.
ETA hevur stríðst fyri einum sjálvstøðugum baskaralandi í mong ár, og tiltøk hjá rørsluni hava kravt meiri enn 800 mannalív.










