Et ikki hesar bollarnar

Aftur í dag ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti matvørum

Aftur í dag ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti eini matvøru, sum ikki er mannaføði. Hesa ferð er tað »AMO koldhævede softkerneboller«, sum ávarað verður ímóti. Talan er um pakkar, sum viga 900 gramm og sum eru best fyri 24.05.2023.

 

Hendan mjølblandingin er eisini seld í Førouyum, men akkurát í hesi sendingini er vandi fyri, at ikki bara er mjølblanding, sum er í pakkanum. Vandi er nevniliga fyri, at klukkur eisini eru í pakkanum og tí er tað ikki mannaføði.

 

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir fólki til at lata vøruna aftur haðani hon er keypt ella at koyra tað í skrell.