Et er søkort at forstå

Hví er skipsføraraútbúgvingin ikki fín nokk til at lata fólk sita í landsins stýri, spyr løgmaður.

Í greinarøð í Vinnublaðnum í farnu viku, var spurningurin um útbúgvingarnar hjá landsins fólkavaldu viðgjørdur. Víst varð millum annað á, at andstøðan hevði hægri útbúgvingar enn samgongan og at útbúgvingarstøðið hjá føroyska landsstýrinum er lægri enn hjá stjórnunum rundan um okkum.

Kaj Leo Holm Johannesen viðmerkir í dag hesar greinarnar. Á facebook spyr hann, hví skipsføraraútbúgvingin, sambært Sosialinum, ikki er fín nokk til at sita í landsins stýri.

- Hvat er tað sum ger at allur heimurin spyr eftir føroyskum skipsførarum sum skulu leiða bæði á sjógvi og landi. Teir hava ábyrgdina og leiða skip og fyritøkur í mia klassanum, men tann útbúgvingin er ikki góð, ella fín nokk sambært Sosialinum, til at sita í landsins stýri, skrivar løgmaður á vangamynd síni.

Løgmaður vísir á, at skipsføraraútbúgving í stóran mun er ein leiðaraútbúgving og at stórur eftirspurningur er eftir júst føroyskum skipsførarum runt um í heiminum.

- Havi altíð sæð skipsføraraútbúgvingina sum eina hægri útbúgving, hon er ein beinleiðis leiðaraútbúgving, trý ár á skipsdekki og trý ár í skúla, uttanlands er eingin trupuleiki at fáa topp postar við hesi útbúgving.

Annars heldur løgmaður lítið um hugsanina aftan fyri greinarøðina, at útbúgvingin fortelur okkum nakað um førleikarnar hjá fólki á øðrum økjum í lívinum.

- Hendan gjógvin við at definera og síggja niðurá fólk við lítlari ella ongari útbúgving er ikki uppbyggjandi. Og sjálvandi er tað eitt virði í øllum útbúgvingum.

 

<form rel="async" method="post" data-ft="{"tn":"]"}" action="https://www.facebook.com/ajax/ufi/modify.php" data-live="{"seq":"10204124239885045_10204124302406608"}" id="u_jsonp_7_v"></form>

 

- Et er søkort at forstå, et andet er skib at føre, skrivar løgmaður at enda.