Esvagt hevur sæð betri dagar

Roknskapartølini vísa, at avlopið hjá Esvagt í 2017 er tódnað við heili 112 miljónum krónum í mun til árið fyri.

Reiðaríið Esvagt, sum hevur heimstað í Esbjerg, er vorðið hart rakt í truplu tíðunum, sum frálandavinnan hevur verið í seinastu árini.

 

Tað vísa roknskapartøl frá 2017, sum júst eru almannakunngjørd. Tølini vísa nevniliga, at avlopið á botnlinjuni í 2017 er tódnað við heili 112 miljónum krónum - úr 155 miljónum í 2016 niður í 43 miljónir krónur í 2017.

 

Men, frammanfyri sær ljósari út, heldur reiðaríið í sínari ársfrágreiðing.

 

Orsøkin til stóru afturgongdina hevur verið, at aktivitetirnir í Norðsjónum eru minkaðir so nógv, bæði innan olju og gass.

 

Seinastu árini hevur Esvagt annars havt góð avlop, sum hava ligið millum 250 og 150 miljónir krónur um árið. Men, júst kunngjørdi roknskapurin sigur, at avlopið í fjør er tódnað við meira enn 100 miljónum krónum.

 

Bæði olju-og gassídnaðurin hava havt trong kor eini trý ár á rað, og hetta sæst nú aftur í úrslitinum hjá felagnum, sum annars hevur umleið 900 fólk í fulltíðarstarvi.

 

Tað er www.jv.dk sum ber hesi tíðindi í dag.