Kappingin frá prís-vinarligum víni úr Suðuramerika, Suðurafrika og Avstralia er beinhørð. Víndrekkarin í dag vil hava fríska frukt og tað er nakað, ið nýggju vínlondini duga at framleiða. Evropa hevur í fleiri førum steinsovið og bara í tómgongd framleitt eitt hav av líkagyldigum víni – kanska við fínum etikettum, men kortini í nógvum førum endað sínar dagar til ES-stuðlaða destillatión. Veðurlagið í Evropa er meira óstøðugt enn í Nýggja Vínheiminum, men broytingarnir, ið vit síggja í hesum árum hava kollvelt vínkortið yvir Evropa. Summi øki í Suðurevropa eru vorðin alt ov heit og turr til vínframleiðslu, meðan onnur longri norðuri hava framleitt metárgangir í dygd fleiri ár á rað. Tað tykist sum at kappingin og veðurlagsbroytingarnir hava fingið evropeiskar menn og kvinnur í vinnuni at leggja á annan bógv at hugsa meira um dygdina í víni heldur enn gamlar søgur frá gulløldini.
Estremadura í Portugal er eitt av hesum vín-økjum, ið veruliga hevur tikið seg fram seinnu árini. Nýggj vitan, nýggj tøkni og nýggjan hugburð hava fingið vín-sløgini higani at klára seg betur enn væl í altjóða kappingini. Vidigal Reserva 2005 í ummælinum í dag er gott dømi um hvat vit kunna vænta okkum framyvir frá ágrýtnum portugisum. Gevið Estremadura ans!
Trevini Primo, IGT Veneto, Chardonnay-Pinot Grigio 2006
Uppruni: Turt hvítvín úr Italia
Ummæli: Bleikur gulur litur. Lættur súrepli/sitrón-angi við undirtónum av abrikos frá Pinot Grigio-drúvuni og ferska frá Chardonnay. Leskiligt fruktakent vín við hampuligari fyllu og javnvág. Súrepli, pera, sitrón og abrikos. Trevini hevur hug at arga meg. Árgangurin er royndur áður við verri skoðsmál, men munur hevur verið á. Ikki feilfløska, men heldur tað, ið rópast fyri fløsku-variasjón. Kanska hava fløskurnar ligið á goymslu við ymsum temperaturi ella hevur avtappingin verið óstøðug. Men ídag, eitt gott keyp.
Kostnaður: Kr. 72,00
Skoðsmál: 4 stjørnur ****
Da Luca, IGT Tarantino, Primitivo-Merlot 2007
Uppruni: Turt reyðvín úr Italia
Ummæli: Kirsubersvartur litur. Berkendur og innbjóðandi ungur angi við frískari frukt, bromber, lakres og krút og ein feril av leðri frá fatlagring. Tættur og frískligur bersmakkur við góðari javnvág millum fruktsøtleika, fruktsýru og garvasýru. Drúvusløgini Primitivo og Merlot renna vakurt saman í eina heild. Hetta er triði árgangurin, ið eg ummæli av Da Luca og góðskan hevur verið støðugt góð. Fýra stórar.
Kostnaður: Kr. 72,50
Skoðsmál: 4 stjørnur ****
Manoir Grignon, VdP d’Oc, Cabernet-Syrah 2007
Uppruni: Turt reyðvín úr Fraklandi
Ummæli: Kirsuberreyður litur. Eyðkendi sólber-angin frá Cabernet-drúvuni markerar seg beinanvegin, og so hómast eitt pipar-spæl frá Syrah. Smakkurin hevur góða fyllu, er næsta sjokolátukendur og við brá av turkaðum kryddurtum. Men samstundis eisini nakað penur og poleraður stílur eftir mínum tykki. Hetta er nýggj vøra í Rúsuni. Eitt gott keyp kortini.
Kostnaður: Kr. 74,50
Skoðsmál: 4 stjørnur ****
Vidigal, Vinho Regional Estremadura, Reserva 2005
Uppruni: Turt reyðvín úr Portugal
Ummæli: Døkkur granatreyður litur. Bersøtligur og krydddaður angi. Serliga ein symfoni av reyðum berum og brá av kirsuberum. Eitt flott spæl av kryddtónum og vælhongdum oksakjøti. Hetta er eisini triði árgangurin av Vidigal, ið eg ummæli. Har vínið viðhvørt hevur manglað rættan rygg, so er her talan um besta útgávu higartil. Lekkur og samansettur smakkur við góðari javnvág. Hóskar sera væl afturvið stoktum lambskjøti. Eitt hitt besta vínkeypið í Rúsuni.
Kostnaður: Kr. 61,00
Skoðsmál: 6 stjørnur ******