Herfyri varð prentsmiðjan Estra/Vasti í Gøtu góðkend av norðurlendska svanamerkjastovninum.
Svanamerkið borgar fyri, at prentlutirnir eru av teimum minst umhvørvistyngjandi í sínum vørubólki. Svanamerkið setur mørk fyri útlát av dálkandi og eitrandi evnum til umhvørvið, tá lutirnir verða prentaðir. Eisini setur merkið mark fyri, hvussu nógv av umhvørvisskaðiligum evnum kunnu vera í vøruni.
Harafturat verða krøv sett til, at virkið ikki brúkar meiri rávøru enn neyðugt, og gevur tí svanamerktum virkjum ein peningaligan fyrimun við tað, at mannagongdirnar verða mentar fyri m.a. at minka um rávøruspill, nøgdina av burturkasti o.a.
Svanamerktar prentsmiðjur skulu m.a. liva upp til hesi krøv:
 at brúka umhvørvisrætt pappír
 at endurnýta prentlutir
 at minka pappírspill og burturkast
 orkusparing og at brúka varandi orku
 atlit at arbeiðsumhvørvinum
Fyri at varðveita Svanamerkið, skal Estra/Vasti vera undir eftirliti av Norðurlendska Svanamerkja-stovninum Harumframt koma eftirlitsfólk á vitjan av og á.









