Estlendingar vitjaðu í Klaksvík

Í sambandi við ynski um at gera ein undirsjóvartunniluppá sjey kilometrar eru estlendingar komnir til Føroya at vitja Landsverkfrøðingin

Mikudagin var ferðalagið og vitjaði í Klaksvík, har borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen var vertur. Skipað varð fyri eini framløgu fyri teimum um ætlaninar hjá kommununi viðvíkjandi fyrireikingunum til fasta sambandið.
Teir, ið vóru á vitjan, vóru, landsverkfrøðingurin og stjórin í strandferðsluni í Estlandi, um ein kann siga tað so. Og so vóru borgarstjórin og guvernørurin á oynni eisini við.
Steinbjørn Jacobsen sigur, at tað letur til, at tey eru í júst somu støðu sum norðoyingar. Talan er um eina oyggj, sum liggur við Estland við 48.000 íbúgvum. Tey hava eina ferju siglandi millum sum er av sama slagi sum Scania, sum Strandferðslan hevur leigað til Føroyar onkuntíð. Ætlanin hjá teimum er at gera ein undirsjóvartunnil, sum kemur at vera umleið sjey kilometrar til longdar. Sum Steinbjørn skilti á teimum, so verður tað møguligt at knýta eina oyggj, sum liggur longri burtur frá Estlandi eisini uppí einaferð við tíðini.
? Tað var sera áhugavert at síggja, at tað eru teir somu trupulleikarnir sum røra seg hjá teimum og okkum, sigur Steinbjørn. Hann sigur tó, at estlendingarnir eru framvegis í byrjunarfasuni, so nógvir av fyribrigdunum eru slík, sum norðoyingar hugsaðu um fyri einum fimm ella seks árum síðani.
? Eitt nú spurdu tey um, hvussu vit vænta, at tað fer at verða við ungdóminum og kriminaliteti, sigur borgarstjórin. Og hann leggur afturat, at áhugin fyri hvussu vit gera her á landi, var stórur millum tey.
Tá vitjanin hjá Klaksvíkar Býráð var av, fóru tey ein túr norðurum til Viðareiðis. Steinbjørn segði skemtandi, at tey skuldu royna tunlarnar norðureftir. Men tað man heldur hava verið ein roynd í at vísa teimum, hvussu stór broyting er farin fram á tunnilsøkinum, síðani teir tunlarnir komu í sekstiárunum.
Estlendingarnir eru á vitjan hjá Landverkfrøðingi Føroya. Tey verða í Føroyum til sunnudagin, tá leiðin gongur heimaftur til Estlands.