Estland skiftir til evruna

Sum tað seytjanda landið hevur Estland gjørt av at brúka felags evropeiska gjaldoyrað, evruna. Í dag góðkendu fíggjarmálaráðharrarnir í ES-londunum, at Estland kann taka evruna í gildi tann 1. januar í 2011.

Evran hevur verið undir stórum trýsti ta seinastu tíðina og er fallin 22 prosent í virði mótvegis amerikanska dollaranum tað seinasta hálvárið.

Samstundis hevur altjíða fíggjarkreppan avdúkað fleiri veikleikar við gjaldoyrasamstarvinum og noytt fleiri av evrulondunum undir umfatandi sparingar.