Estland fyri Luksemburg

Ætlaði landsdysturin móti Luksemburg verður av ongum. Ístaðin roynir Fótbóltsambandið at fáa í lag venjingardyst móti Estlandi

Ísland og Luksemburg. Tað vóru uppgávurnar, sum FSF hevði fingið á tapetið, tá farið varð undir fyrireikingarnar til landsliðsárið 2008.

Ikki minst hóvaði tað føroyingum væl, at talan gjørdist um dyst móti Luksemburg, sum vit áður hava bast tríggjar ferðir. Hetta var ein dystur, sum við hepni kundi geva Føroyum nøkur tiltrongd stig á FIFA-styrkislistanum. Men nú er so greitt, at tað verður ikki frá Luksemburg, at tey stigini skulu koma.

- Har kom tíverri eitt avboð frá Luksemburg. Akkurát, hvør orsøkin til hetta var, veit eg ikki. Men tað stutta av tí langa er, at tað ber ikki til hjá okkum at spæla móti luksemburg í juni mánaði, sigur Magnus á Stongum, sum er formaður í landsliðsnevndini hjá FSF.

- Men ætlanin er so, at vit skulu hava ein venjingardyst í juni kortini. Í løtuni verður samráðst við Estland, og tann dysturin er næstan komin undir land, sigur Magnus.

Føroyar hava fýra ferðir áður spælt móti Estlandi. 24. februar í 1996 spældu Føroyar 2-2 javnleik í venjingardysti. 6. august í 1997 vunnu okkara menn 2-0 á útivølli – eisini í venjingardysti.

Verri gekst tó, tá vit árið eftir komu í undankappingarbólk við Estlandi. Tann 4. juni í 1998 fingu okkara menn av at vita í 5-0 tapi í Tallinn, og tann 4. september árið eftir vann Estland 2-0 á Føroyum á Tórsvølli.