Estland evruland á midnátt

Á midnátt í kvøld kemur Estland upp í evrusamstarvið sum tað 17. landið, sum brúkar felags evropeiska gjaldoyrað, evruna. Skiftið verður staðfest við, at landsins forsætisráðharri, Andrus Asip, fær sær ein evruseðil úr einari sjálvtøku.

Við at fáa sær evruna til gjaldoyra tekur Estland eitt munagott fet longri inn í tað evropeiska samstarvið, samstundis sum tann russiska ávirkanin minkar.

Estland fekk sjálvræði í 1991. Árið eftir fekk landið sær krónuna sum gjaldoyra ístaðin fyri tann russiska rubulin.