Seinnapartin leygardagin verður seinasta kappingin í estetiskum fimleiki hetta kappingarárið í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, og er hesa ferð talan um føroyameistarakappingina hjá gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.
Tilsamans eru 10 lið úr Havnar Fimleikafelag, Ljósinum og Støkk meldað til kappingina, sum byrjar klokkan 15. Nummar eitt, tvey og trý fáa heiðursmerki, og haraftrat verður steyp latið til ognar í hvørjum bólki sær.
Leygardagin vóru FM-kappingarnar hjá teimum yngru, og har stóð kappingin serliga millum Støkk og Havnar Fimleikafelag. Hjá pinkum vann Støkk og hjá smágentum vann Havnar Fimleikafelag. Eisini var B-kapping á skránni, og tá vann Støkk hjá pinkum og smágentum og Havnar Fimleikafelag hjá gentum.