Ester kom við flaggi

Tað stóð ikki á hjá Rás2 at skaffa kanadisk fløgg til konsertina við Bryan Adams í Havn í kvøld Í dag manglaði kanadiskt flagg, sum skuldi brúkast til konsertina hjá Bryan Adams á Tórsvølli.

 

Rás2 og Portalurin eftirlýsti kanadiskt flagg, og fleiri hildu seg kunna hjálpa.

 

Poul Michelsen hevði eitt flagg liggjandi, og tað sama hevði Olaf Olafsen. Ester Christiansen kom við flagginum úr Eysturoynni.