Ester, Benjamin og Jónas vunnu teknikappingina

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu- og Innlendismálum handaði í gjár, vegna Fólkaheilsuráðið, virðislønir til vinnararnar í teknikappingini, sum var í sambandi við Altjóða Tubbaksfría dagin.


Fólkaheilsuráðið hevði fingið omanfyri 400 tekningar sendandi úr øllum landinum, og tá avtornaði, so vóru tað fimm ára gamla Ester Vang, Tórshavn, tíggju ára gamli Benjamin Solberg, Kollafjørður, og fjúrtan ára gamli Jónas J. Langgaard, Tórshavn, ið fingu handað virðislønirnar á 500 krónur hvør frá landsstýriskvinnuni.


Sirið Stenberg nevndi, at tekningarnar vóru flottar og tær fevndu breitt, frá at vera informativar til at vera óhugnaligar. Í røðuni legði Sirið dent á, at tey ungu og børnini við at vera við í hesi teknikapping, eru við í arbeiðinum at fyribyrgja og minka um roykingina í Føroyum, og tað var hon teimum sera takksom fyri. Hon takkaði eisini øllum fyriskiparunum av kappingini, og tí sum verður gjørt fyri at varpa ljós á Altjóða roykfría dagin.