Svenska prinsessan, dóttir Victoriu krúnprinsessu og Daniel prins, varð doypt í Slotskirkjuni í Stockholm fyrrapartin. Navnið Estelle Silvia Ewa Mary hevur verið alment leingi, men í dag varð hon doypt.
Fadrar hjá prinsessuni vóru Mary krúnprinsessa úr Danmark, Haakon krúnprinsur úr Noregi, Willem-Alexander krúnprinsur úr Niðurlondum, svenski prinsurin Carl Philip og Anna Söderblom, sum er systur Daniel Prins.
Tað var erkabiskupurin í Uppsala, sum doypti prinsessuna.