Essien longt um sáttmálan

Ghanesiski miðvallarleikarin hjá Chelsea, Michael Essien, hevur longt um sáttmálan við ensku meistararnar.

Hann hevði trý ár eftir av sáttmálanum við Chelsea, men longu nú hevur hann gjørt av at leingja um henda sáttmála. Nýggi sáttmálin bindur Chelsea og Essien fram til summarið 2012. Essien kom til Chelsea frá Lyon í 2005 fyri á leið 260 milliónir kr., og hann er m.a. valdur til triðbesta spælara í Afrika síðstu tvey árini. Essien hevur spælt heilar 46 dystir fyri Chelsea hetta kappingarárið.