Essaykapping verður í Runavík

Við kappingini ynskja fyriskipararnir at kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skriving.

Aftur í ár verður skipað fyri stórari skrivikapping í samband við mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.

Mentanarvikan verður í døgunum 24. apríl til hin 1. mai 2022. Hesaferð verður kappingin at skriva eitt essay, og vinnararnir verða kunngjørdir í mentanarvikuni. Evnið í kappingini er púra frítt, og latin verður fyrsta og onnur virðisløn, umframt møgulig serstøk virðisløn til ungt fólk, ið vísir serliga góð evnir.

 

Vinnandi rithøvundarnir fáa 8.000 og 6.000 krónur fyri ávikavist 1. og 2. virðisløn.

 

- Orðið essay er upprunaliga franskt og merkir roynd. Tað er júst tað eitt essay er – ein roynd at knýta høvundin í verðina. Ritroyndin, sum er føroyska heitið fyri hesa tekstagrein, er ein subjektiv roynd, har høvundurin við lív og sál skrivar niður egnar eygleiðingar av innara og ytra  landslagnum.

 

Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu vísa tey á, at ritroyndin er ein stuttur, lættlisin tekstur, sum viðger eitt evni ella setur fram próvførslu. 

 

- Ritroyndin er ofta persónlig og eygleiðandi. Sansirnir verða brúktir til at geva ritroyndini fyllu, og hetta gevur lesaranum møguleika til innlivan. Lívsspekiligu tankarnir hjá essayistinum bera evnið fram á torg, har pláss er fyri at dvølja, undrast, spyrja, viðmerkja og taka samanum.

 

Fyri at luttaka skulu essay, sum í mesta lagi er tríggjar A4 síður (ella umleið 1.200 orð), latast inn umvegis teldupost til Bókasavnið við Løkin á lokin@lokin.fo fyri 20. mars klokkan 18. Umráðandi er at senda føðidato við í teldupostinum.

 

- Fyri at kveikja áhuga og leggja lag á, verða tvey tiltøk fyriskipað í tilgongdini fram móti innlating av handritunum. Leygardagin hin 5. februar klokkan 15 verður kveikingardagur á Bókasavninum við Løkin við Oddfríða Marna Rasmussen og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð.

 

Teir fara at greiða frá um essay-formatið og at geva góð ráð um at koma í gongd við at skriva.

 

- Vikuskiftið, 12. og 13. februar, verða eisini tvey smá skriviskeið við Oddfríða og Arnbjørn á Bókasavninum við Løkin.

 

Við kappingini ynskja fyriskipararnir at kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skriving, og vónin er, at nógv nýggj føroysk essay og rithøvundaspírar koma undan kavi eftir mentanarvikuna.

 

- Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini, og luttøkan, kveikingardagurin og skriviskeiðini eru ókeypis, verður lagt aftrat.

 

Aftur í ár verður skipað fyri stórari skrivikapping í samband við mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.