Espanyol vann á Barcelona

Lítlibeiggi sigraði á stórabeiggja, tá tey bæði feløgini úr Barcelona, FC Barcelona og Espanyol, brustu saman í grannauppgerðini í vikuskiftinum. Dysturin var leiktur á heimavøllinum hjá Espanyol, og áskoðararnir blivu vitnir til ein sera góan fótbóltsdyst. Luis Garcia legði uppiborið Espanyol á odda 1-0. Um miðjan seinna hálvleik javnaði Saviola fyri Barcelona, men ístaðin fyri at geva upp valdi Espanyol at kempa víðari, og hetta gav úrslit. Móti endanum fingu teir tvey mál aftur, sum Raul Tamudo og Rufete skoraðu, og sostatt vann Espanyol slagið um Barcelona ímóti stórabeggjanum, FC Barcelona.