Esmar verður flogin aftur og fram

B68 hevur í dag av álvara møguleika at taka seg burtur frá botninum

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í góðveðrinum á Svangaskarði. B68 hevur vitjan av EB/Streymi, og talan er av álvara um lyklauppgerð millum oyggjarfelagarnar.

 

EB/Streymur hevur 15 stig fyri 15 dystir, og B68 hevur 12 stig fyri 16 dystir.

 

Síðsta vikuskifti varð sagt, at tað í dag fór at verða saknur í væl upplagda framrættaða Esmari P. Clementsen, sum eftir 1-0 sigurin í Trongisvági fór av landinum í útbúgvingarørindum.

 

Men Esmar er longu aftur á Toftum og Svangaskarði, har hann er millum teir fyrstu ellivu. Øssur Hansen, B68 venjarin, heldur Esmar vera so týdningarmiklan spælara, at hann verður flogin ímillum.

 

Tá ið B68 á summarmála var gestur í Hólmanum á Eiði, vann heimaliðið 3-2.

 

Hjá B68 er Petur í Túni Petersen so mikið skaddur í fótinum, at hann ikki er førur fyri at spæla.

 

Hjá EB/Streymi eru Andrass Ó. Olsen og Bárður Olsen tøkir aftur, eftir at teir vóru sjúkir mánakvøldið, tá ið EB/Streymur tapti 4-0 á heimavølli ímóti KÍ. Petur Zachariasen er skaddur, og Hjalti K. Djurhuus er farin av landinum.