Við eina hugnaligari løtu heima hjá Esmar Dahl á Oyri handaði Kim Durhuus, borgarstjóri í gjár Esmari eina viðurkenning frá Sunda Kommunu fyri mentanarligt avrik.
Hugsað verður endurskapanina av Oyrarbygd, soleiðis sum húsini sóu út í 1928.
Um hetta mundið fór bygdamyndin at broytast, og nýggja tíðin setti nú sín dám á hús og fólk.
Hetta er livandi søga í verki, sum hevur hugtikið mong, og sum aftur hevur verið at síggja á framsýningini í Garnhúsinum á Oyri í mentanarvikuni. Í sama Garnhúsinum, sum Esmar í sínum virkna arbeiðslívi eisini var upphavsmaður til.









