Navnið gevur ábendingar um, at tiltikni Esmar Eysturoy hevur røtur í Eysturoy, og um so er, kann róliga sigast, at hann kemur heim at halda stevnu, tí tiltikni lesandi føroyingurin verður við, tá bygdarstevna verður í Gøtu.
Leygardagin klokkan 16.30 fara fólk at royna at ganga millum pirarnar, og tann sum ger tað skjótast vinnur 3000 krónur. Tey, sum ikki klára ferðina, enda í sjónum, har tveir kavarar fara at ansa eftir, at einki óhapp spyrst burtur úr.
Meðan kappingin fer fram fara Magni Poulsen og Esmar Eysturoy at undirhalda, og skuldi nakar verið í iva, so er tað Esmar í bláa jakkanum.
Seinast tiltakið varð roynt, eydnaðist tað framúr væl.