Eskild Romme og Suleskær vitja

Suleskær og Eskild Romme komu til Føroya í gjár. Fleiri framførslur verða á ferðini

Havnar Jazzfelag hevur í hesum døgum vitjan av Eskild Romme, ið stendur á odda fyri bólkinum Suleskær.

Á ferðini verða fleiri framførslur. Í gjárkvøldið leiktu teir á Cafe Natúr og í kvøld kl. 23 eru teir í Mimi. Komandi dagarnar leika teir umborð á Høganesi og eisini í Norðurlandahúsinum og onnur støð.

Ikki hoyrist so nógv til Havnar Jazzfelag fyri tíðina, men lív er í felagnum. Hetta er fyrsta átak felagsins í ár, og Havnar Jazzfelag sigur seg vænta nógv av hesum stavnunum, ið allir sum ein eru oyggjabúgvar, ella hava verið tað.

Og navnið Eskild Romme er ikki heilt ókent í føroyska tónleikaheiminum. Hetta kann t.d. eisini staðfestast, um ein hyggur á baksíðuna á onkrari gamlari venyl plátu, ið Tutl hevur givið út.

Felagið vónar, at tiltøkini við Suleskær verða væl vitjað og at spælimans- og fólkatónleikahugaði geva ferðini ans og leita innar at lurta, har Suleskær spæla.