Elskild Romme vitjar nú aftur í Føroyum og fríggjakvøldið sýnir hann, saman við Kristiani Blak, síni kynstur sum tónleikari. Fyri mongum árum síðani var Eskild lærari á Studentaskúlanum í Hoydølum og saman við Kristiani Blak skapti hann tá mangt stórverk
innan rútmiska tónleikin.
Her kveiktist hugur hansara fyri aldargomlu vísumentan okkara og fleiri verk við føroyskum innihaldi eru síðan komin frá hansara hond.
Vert er at nevna verkið ?Færd?, sum hevur givið afturljóð um øll
norðanlond og ofta eru pallboð eftir Eskild Romme.
Konsertin byrjar kl. 22.










