Ekstrablaðið vil verða við, at danska felagið Esbjerg hevur gjørt eina avtalu við íslendska álopsspælaran Gunnar Heidar Thorvaldsson, sum hevur spælt fyri týska felagið Hannover. Ekstrablaðið heldur seg vita, at nú manglar bert seinasta læknakanningin, so verður Thorvaldsson nýggjur Esbjerg-spælari. Thorvaldsson byrjaði sína yrkisleið við felagnum ÍBV heima á Vestmannaoyggjunum.