Fyrsta umfar í bólkaspælinum í Europa liguni er á skránni í kvøld.
Merkisvert var tað, at Esbjerg í donsku superliguni megnaði at sleppa úr Belgia, har mótstøðuliðið ar Standard Liège við 2-1 sigri. Sigursmálið var skorað, tá ið teir fimm minuttirnir, sum dómarin hevði lagt aftrat, vóru um at vera farnir. Tá hevði heimaliðið í góða løtu pressað fyri at skora sigursmálið.
Millum stórfavorittarnar í kappingini er Tottenham, sum í kvøld hevði vitjan av Tromsø IL. Talan var um uppgerð so at siga millum Dávid og Goliat, og Tottenham vann 3-0. Danski Christian Eriksen staðfesti sigurin fram móti dystarenda. Í 1. hálvleiki skoraði Jermain Defoe tvær ferðir.
Eitt av merkisverdu úrslitunum í kvøld var, at tað eydnaðist Swansea at vinna 3-0 í Valencia, har heimaliðið plagar at hava gott tak á verjuspælinum. Sigurin hjá Michael Laudrup og hansara monnum var ongantíð í vanda, tí teir dugdu væl at gera sær dælt av, at mótstøðumenninir tíðliga í 1. hálvleiki mistu ein mann.