Esbjerg freistar við oljustørvum

Við víðfevndum átaki taka oljufyritøkur og kommunan nú lógvatak saman um at nøkta stóra tørvin á arbeiðsmegi í oljuvinnuni í Esbjerg

ÁTAK

 

»Flyt til Esbjerg og fá dreymastarvið og 13.300 krónur meir at ráða yvir um mánaðin«

Soleiðis ljóðar eitt av freistandi tilboðunum í átak-inum Career Country, ið skal fáa fólk við hægri útbúgvingum at flyta til býin.

Tað var vinnudeildin í Esbjerg kommunu, sum í 2007 sjósetti átakið Career Country, sum skal fáa fleiri fólk í høvðusstaðarøkinum at flyta til kommununa. Afturfyri lovar átakið góð karrierustørv og lokkandi livikor.

Skjótt sóðu oljufyritøkur eyðsýndar møguleikar í átakinum og bjóðaðu seg at vera við. Trotið á arbeiðs-megi í oljuvinnuni er nevni-liga so stórt, at um ikki vend kemur í, fer tað at darva virkseminum hjá fleiri av oljufyritøkunum fram-yvir, spáar millum onn-ur, Kai B. Olsen, sølu- og markn-að-ar-stjóri hjá Rambøll Oil & Gas, ið er ein av teimum 20 fyritøk-unum, sum eru við í átak-inum.

Sjálvur fegnast hann um, at so nógvar fyritøkur nú eru við í átakinum, tí sum hann sigur

– Um fólk skulu flyta hertil, mugu vit eisini kunna bjóða makanum eitt freist-andi starv, so báðir partarnir í familjuni kunnu gera sínar karrierudreymar til veru-leika.

Mærsk tikið á bóli

Í løtuni hevur oljuvinnan í Esbjerg ein akuttan tørv á meir enn 200 verkfrøð-ing-um. Hartil koma ein røð av øðrum størvum, ið eru tengd at oljuvinnuni.

Av teimum 200 ósettu verk-frøðingastørvunum, eru á leið 50 at finna hjá Mærsk Oil & Gas, sum eisini var ein av fyrstu fyri-tøkunum, sum bjóðaði seg fram sum samstarvsfelagi hjá átakinum Career Coun-try.

– Nógv av okkara starvs-fólkum leita sær nýggjar avbjóðingar á okkara deild-um í eitt nú Qatar, sam-stundis sum okkara virk-semið í Norðsjónum økist. Tí noyðast vit nú at gera ein serligan innsats fyri at nøkta tørvin á arbeiðsmegi, segði Ingerlise Terkildsen, starvsfólkaleiðari á Mærsk Oil & Gas, tá hon í fjør mátti sanna, at sjálvt ein so stór og heimsumfatandi fyri-tøka sum Mærsk, ikki kann taka áhugan hjá møgu-ligum starvsfólkum sum eina sjálvfylgju.

Í sambandi við at átakið fór av bakkastokki, vísti ein kanning nevniliga, at bert fáir verkfrøðingar í Dan-mark hava givið sær far um, at Mærsk hevur eina av sínum stóru deildum í Esbjerg við nógvum av--bjóð---ingum til fólk við høgum útbúgvingum.

– Kanningin tók okkum veruliga á bóli, og tí vil Mærsk fegin vera við til at profilera Career Country og harvið okkum sjálvi í síðsta enda, segði Ingerlise Terkildsen.

Ov lítið reyp

– Vit mugu bara viðganga at vit ikki hava dugað nóg væl at reypa av okkum sjálv--um. Hinvegin eru vit eis-ini uppi móti nøkrum mytum og fordómum, sum tykjast at vera serliga treisk-ir, við-gongur Pernille Kragh Rühe, leiðari á Career Country átakinum, og sipar til, at fyri nógv fólk er Esbjerg eitt stað, har krák-urnar venda og tað stinkar av fiski.

Tað er eisini ein av or--søkunum til, at átakið hevur fingið tað eitt sindur pro-vokerandi enska heitið Career Country, nettup fyri at bjóða slíkum fordómum av.

– Vit vilja vit fegin lokka klókar reyparar úr Keyp-mannahavn til Esbjerg, so teir kunnu fara út at reypa víðari um okkum, smilíst Pernille Kragh Rühe, men skundar sær at leggja afturat, at tað sjálvandi býr annað og meir undir átak-inum.

Hon vísir á, at í løtuni vísa framrokningar, at fólka--talið í kommununi fer at minka við 1000 íbúgvum fram til 2012.

– Tað er hesa gongdina, vit mugu venda, og eri sannførd um, at tað ber til. Eg ímyndi mær ikki síggja eina innrás av flytibilum í Esbjerg longu í næstu viku, men komandi árini vænti eg, at síggja munagóð úrslit. Talan er ikki um, at fólk við vilja velja Esbjerg frá. Tey vita bara ikki nóg mikið um býin, til at velja at flyta hertil. Tað er tí, vit mugu fortelja teimum, hvat vit hava at bjóða, sigur Pernille Kragh Rühe.

Familjuvirði

Umframt eina spennandi karrieru og meir pengar um hendurnar, lovar átakið Career Country bíligan bústað, góðar skúlar, ans-ing-artrygd og frítíðartilboð til øll í familjuni. At hetta ikki bara eru føgur orð vísa neyvar kanningar og útrokn-ingar, ið vóru gjørdar, áðrenn átakið fór í gongd. Millum annað vísa tølini, at meðan ein eigaraíbúð á umleið 50 fermetrar kostar 2,5 milliónir í Keyp-manna-havn, kostar ein íbúð í Es--bjerg á somu stødd í meðal 748.000 krónur.

– Tað eru dømi, sum hesi, ið geva eitt fíggjarlig rása-rúm og harvið tað frælsið, sum so nógvar familjur droyma um. Onkur ynskir sær kanska reingerðarhjálp, so tey fáa meir tíð saman við børnunum, meðan onn-ur droyma um eina ferð til Australia saman við allari familjuni, greiðir Pernille Kragh Rühe frá.

– Í síðsta enda snýr átakið seg um nøkur famlijuvirði, sum vit kunnu bjóða í nógv størri mun, enn tey kunnu í eitt nú høvuðsstaðarøkin-um, sigur hon.

Og hetta er ikki minst ein av orsøkunum til, at Mærsk hevur bjóðað seg fram sum samstarvsfelaga í átak-in-um.

– Umsøkjarar til størvini í okkara fyritøku sóknast eftir heilt øðrum virðum og seta onnur krøv, enn fyri bara fáum árum síðani. Í dag vilja starvsfólkini vita, hvørji virði fyritøkan stend-ur fyri og vænta at kunna skapa eina javnvág millum arbeiðslív og familjulív, sigur Ingerlise Terkildsen, starvsfólkaleiðari á Mærsk Oil & Gas.