Esbjerg aftur í Superliguni

Seinasta kappingarár reyk besta liðið hjá Esbjerg úr Superliguni í seinasta leikumfari, men í dag tryggjaði liðið sær uppflyting, hóast seks umfør eru eftir hesum kappingarárinum.

 

Uppflytingin gjørdist veruleiki, tá Esbjerg vann 1-0 á útivølli í dag ímóti Vejle BK Kolding. Málskjútti var Søren Riecks.

 

Esbjerg hevur havt eitt sera gott kappingarár. Liðið hevur bara tapt ein dyst, og teir seinastu 11 dystirnir eru allir endaðir við sigri, og tað hevur givið liðnum so stóra leiðslu í deildini, at uppflytingin er veruleiki, hóast seks dystir eru eftir at spæla. Hinvegin er ikki avgjørt, hvør skal flyta upp saman við Esbjerg.