Esbern Midjord leggur frá sær

Vinnumálastýrið gjørdi í gjár kunnugt, at Esbern Midjord, postverksstjóri - eftir egnum ynski - verður loystur úr starvinum tann 30. apríl

Landsstýrið fer í næstum at søkja eftir nýggjum stjóra í næstum.

Úr Vinnumálastýrinum verður lagt afturat, at tað takkar Esberni Midjord fyri ta tíðina, hann hevur verið í almennari tænastu.