Esbern Joensen 25 ára starvsdag

Fríggjadagin 28. mars hevur Esbern Joensen í Sørvági verið í starvi hjá Vága Floghavn í 25 ár.

Esbern er 61 ára gamal, føddur og uppvaksin í Sørvági. Hann lærdi til maskinsmið hjá Hans hjá Lutheriusi í Havn og til maskinmeistara í Keypmannahavn. Hann hevur róð út í Grønlandi, siglt sum assistentur hjá Maersk, og sum útbúgvin maskinmeistari sigldi hann sum 1. meistari hjá Maersk til 1970, tá hann bleiv pápi og gjørdist heimamaður. Hann hevur verið formaður á flakavirkinum í Sørvági, seldi og setti innbúgv saman fyri Vága Design. Hann var formaður hjá byggifelagnum Kanjon, tá havnalagið á Hulki á Strondum bleiv bygt. Tann 28. mars 1978 byrjaði hann sum maskinmeistari og brandmaður hjá Statens Luftfartvæsen á flogvøllinum í Vágum.
Esbern giftist í 1969 við Jónvør, f. Joensen, úr Havn, og eiga tey trý børn, ein son og tvær døtur. Abbabørnini eru 5 í tali, ein drongur og fýra gentur. Av frítíðarítrivum kunnu vit nevna, at Esbern hevur stóran áhuga fyri gomlum motorsúkklum. Hann hevur eina BSA frá 1951, sum hann hevur havt frá ungum árum av, eina Nimbus frá 1937, ið hann hevur gjørt í stand eftir at hava funnið hana á einum ruskplássi. Í løtuni stendur ein Ariel motorsúkkla í kjallaranum, sum hann av og á gongur og putlast við. Hann hevur eisini stóran áhuga í fótbólti og spældi við SÍ, har hann eisini var formaður. Meðan hann lærdi í Havn, spældi hann við HB og náddi at bliva føroyameistari við teimum. Hann gavst at spæla fótbólt sum 37 ára gamal, men er hann sera áhugaður í at hyggja eftir og fylgja við í fótbólti. Esbern er eisini laksafiskari og hevur hann í mong ár fiska laks við flugutráðu. Hann hevur m.a. verið í Íslandi, Skotlandi og í Norra og fiska í onkrari av teimum góðu laksaáunum.