Espen Lunde Larsen hevur mist ábyrgdina av fiskivinnu í sínum embæti sum ráðharri í donsku stjórnini. Framyvir verður tað Karen Elleeman, sum skal hava ábyrgd av fiskivinnuni, umframt at hon er ráðkvinna í javnstøðumálum og norðurlendskum samstarvi.
Tað skriva flestu danskir miðlar í dag.
Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri, sigur, at hann hevur valt at taka fiskivinnu frá Esben Lunde Larsen av tveimum orsøkum. Ein orsøk er, at hóast arbeitt hevur verið uppá at spjaða ognarskapin av kvotum í Danmark, hevur tað ikki eydnast. Harumframt skal Esben Lunde Larsen hava afturhildið upplýsingum fyri flokkunum í andstøðu, tá hann kunnaði teir um møguleikarnar, ið ráðið hevði at fáa spjaðingini ígjøgnum. Stóru andstøðu flokkarnir, Sosial Demokratarnir og DF, siga seg einki álit hava á Esben Lunde Larsen longur.
Lars Løkke Rasmussen sigur eisini, at álitið má enduskapast nú fiskvinnan stendur yvirfyri stórum avbjóðingum við Brexit. Tí hevur hann valt at flyta ábyrgdina.