ES-nevndin hevur sett næstan hundrað flogfeløg á svartalista, tí tey lúka ikki tey ásettu trygdarkrøvini.
Nógv tey flestu feløgini eru skrásett í afrikonskum londum, og ikki færri enn 50 eru úr Demokratiska Lýðveldinum Kongo. Harafturat eru 13 í Sierra Leone, ellivu í Guinea, seks í Swazilandi og trý í Liberia. Onnur feløg eru í Kasakhstan, Afghanistan, Norðurkorea og Teilandi.
ES-nevndin sigur, at flogførini hjá feløgunum fáa ikki tað neyðuga viðlíkahaldið, og at eftirlitið er heldur ikki nóg gott, og tí verða feløgini standandi á listanum, til viðurskiftini eru fingin í rættlag.
ES-nevndin ger vart við, at tað eru fáir evropearar, sum flúgva við hesaum flogførunum.