ES vil steðgað spam-posti

Tað skal skjótt vera søga við ovurfyltu mail-boxunum. ES hevur longu strangar reglur á økinum, men enn eru á leið 85% av øllum teldupostum í ES-londunum spam-brøv. Í tíðarspillu, internetnýtslu og øðrum kostnaði verður roknað við, at spam-postur kostar ikki minni enn 300 milliardir krónur um árið, og tí er hetta ein trupulleiki, sum verður tikin í størsta álvara. Soleiðis hevur ES nú kalla til fundar um evnið, har átøkini í Hollandi og Finnlandi verða nýtt sum fyrimynd. Her hava stjórnirnar við herdum og greiðum reglum megna at minka talið av spam-brøvum við heili 85%.