ES vil hava bretar at samtykkja avtalu

Theresa May er í Brússel fyri at fáa eina avtalu í lag um at útseta brexit tríggjar mánaðir

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, er í skrivandi stund í Brússel. Ørindi hennara eru at fáa eina avtalu í lag við ES um at útseta brexit tríggjar mánaðir. Nú eru tað 1.001 dagar síðan, at bretar atkvøddu fyri at rýma úr ES, men enn er einki ítøkiligt hent. Eftir ætlan skuldi Stórabretland úr ES hin 29. mars - altso um átta dagar. 

 

Á ES-toppfundinum í Brússel í dag legði Theresa May dent á týdningin av at fáa brexit til veruleika. Til fundin segði hon, at nú er stundin komin, at limirnir í bretska Undirhúsinum lurta og taka ábyrgd. Hon sendi í gjár eitt skriv til teir 27 ES statsleiðararnar við einari áheitan um at útseta brexit til 30. juni í ár. May vónar at fáa eina avtalu í lag um at útseta brexit, hóast hetta als ikki var hennara upprunaliga ætlan. Men tað er neyðugt, tí annars fer Stórabretland úr ES uttan nakra skilnaðaravtalu.

 

Um eitt útsett brexit skal góðkennast krevst ein stuðul frá hinum 27 leiðarunum í ES. Fleiri av hesum hava givið greið boð um, at May má fáa meiriluta fyri avtaluni í bretska parlamentinum fyrst. Men skilnaðaravtalan er longu vrakað tvær ferðir í Undirhúsinum, og tingformaðurin John Bercow hevur gjørt greitt, at talan verður ikki um eina triðu roynd uttan so, at har vera broytingar í avtaluni.