ES vil hava atgongd til tað grønlendska tilfeingið

-Tað stóra og fjølbroytta náttúrutilfeingið í Grønlandi hevur so stóran týdning fyri Evropasamveldið, at tað kann ikki yvirmetast. Tað heldur í hvussu er næstformaðurin í ES-nevndini, Antonio Tajani

ES tingast í hesum tíðum við Grønland, og málið hjá samveldinum er at fáa atgongd til tað grønlendska náttúrutilfeingið. Afturfyri er samveldið til reiðar at veita Grønlandi størri politiskan og búskaparligan stuðul.

Antonio Tajani, sum er ES-kommiserur í ídnaðarmálum, sigur við PublicServiceEurope, at ES leggur stóran dent á at útvega sær atgongd til grønlendskt náttúrutilfeingi so sum olju og virðismikil sløg av málmi, sum eru í teirri grønlendsku jørðini. Orsøkin til tann stóra áhugan fyri júst Grønlandi er, at ES væntar, at tað verður torførari at fáa fatur á evnunum aðrastaðni í komandi árum, samstundis verjutollur kann órógva viðurskiftini.

PublicService Europe endurgevur skrivstovustjóran í grønlendska uttanríkisráðnum, Minninnquaq Kleist, fyri at siga, at grønlendingar ætla sær at brúka ta tíð, sum er neyðug til samráðingarnar við ES. Hann vísir á, at Grønland hevur sáttmála við ES á fiskivinnuøkinum, og at ætlanin er at fáa ein sáttmála um undirvísingarøkið í vár. Síðani verða onnur øki tikin upp.

Minninnquaq Kleist leggur dent á, at tættari samstarv við ES merkir ikki, at Grønland fer upp í samveldið.

-Um vit skuldu sett alt lóggávuverkið hjá ES í gildi í Grønlandi, skuldu vit sett 56.000 fólk til at stýra teimum 56.000, sum búgva her, sigur Minninnquaq Kleist. Hann vísir í hesum viðfanbgi á, at júst mótstøða ímóti teirri stóru umsitingini var ein orsøk til, at Grønland fór úr ES í síni tíð.