Fíggjarmálaráðharrarnir í ES-londunum samdust í nátt um ein lánspakka við 720 milliardum evrum ella 5.360 milliardum krónum. Pengarnir skulu forða fyri, at samveldið kemur í kreppu, eins og teir skulu sissa altjóða fíggjarmarknaðin.
Spania og Portugal, sum eru í trongum skóm fíggjarliga, hava á fundinum bundið seg til at minka hallið á fíggjarlógini skjótari enn ætlað. Ætlanin er so, at lánspakkin skal hjálpa teimum báðum londunum, so tey ikki koma í somu støðu sum Grikkland. ´
Altjóða fíggjarmarknaðurin er fegin um avgerðina hjá ES-londunum, og tjóðbankarnir í londum sum USA, Japan, Bretlandi, Sveis og Kanada har samstundis tikið stig, sum viðvirka til at sissa fíggjarmarknaðin, sum hevur verið sera óstøðugur teir seinastu dagarnar.









