Noreg
Avtalan, sum Noreg hevur við ES, avmarkar møguleikarnar hjá norsku framleiðsluvinnuni at selja sínar virkaðu fiskavørur til ES. At kostnaðarstøðið í Noregi eisini er høgt, er búldur omaná sár. Tí er ikki óhugsandi, at vinnan fram við norsku strondini verður noydd at "flagga út" til lond við lægri framleiðslukostnaði. Avtalan við ES avmarkar snøgt sagt, hvat kann framleiðast í Noregi.
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum er greinastubbi um hesi viðurskifti.
Økjast við góðsking
- Tolltakstirnir verja vinnuna í ES móti norskari kapping, sigur næstformaðurin í tí, sum norðmenn kalla, "Kysten inn i EU", Amund Ringdal.
Hann vísir á, at tolltakstirnir økjast við øktari góðsking.
- Okkara framleiðarar sleppa við lágum tolli, um fiskurin verður sendur óviðgjørdur ella minni viðgjørdur til ídnaðarlondini í ES. Hinvegin er tollurin væl hægri, um norskir framleiðarar velja at kappast við framleiðararnar í ES við lidnum vørum.
Ringdal tekur toskin sum dømi.
- Heilur fiskur ella flak geva ongar trupulleikar. Men ynskir framleiðarin at gera lidnar vørur, eitt nú saltfisk við tomatum, olju og leyki, gerst tollurin so høgur, at ikki ber til at kappast. Sama er galdandi fyri flestu vørur úr havinum.
Aftrat saltfiskinum nevnir Ringdal hvítleyksmarineraðar skeljar, royktan laks og sild til viðskera.
- Allar hesar vørur hava høgan toll í ES.
Ídnaðurin hvørvur
Hann vísir á, at er fiskurin heilur ella bert skorin til flak, er lítil og eingin tollur. Tí hava norsk virkir lagt seg eftir at framleiða hálvvirkaðar vørur og ikki lidnar vørur.
Norsk virkir kappast annars við láglønarlond um framleiðslu av einfaldum fiskavørum í staðin fyri at leggja seg eftir vørum, sum krevja meira vitan og sum áttu at kastað meira av sær.
- Hetta kann koma at merkja, at fiskiídnaðurin fram við norsku strondini hvørvur, heldur Amund Ringdal.
Seinnu árini hevur Noreg miðvíst økt um útflutningin til
Eysturevropu, men nú fleiri av hesum londum fara inn í ES, gerast trupulleikarnir á nýggju marknaðunum teir somu.
Triðjalandsfiskur
Á heimasíðuni veit Vinnuhúsið at siga, at samstundis, sum norska vinnan gremur seg um vánaligar karmar uttanfyri ES, fegnast danski fiskiídnaðurin um, at tað nú verður lættari at innflyta rávøru úr triðjalondum.
Danmark útflytir árliga fyri 18 miljardir krónur av virkaðum fiskavørum.
- Danski ídnaðurin óttast fylgjurnar av stóra niðurskurðinum í kvotunum í Norðsjónum. Men nú hava ES-londini gjørt semju um at gera tað lættari at innflyta rávøru úr triðjalondum uttan tollavmarkingar, skrivar Vinnuhúsið.