ES verður kanska ikki við

Tað er minni enn so vist, at ES fer at lata pengar til arbeiðið at endurbyggja Irak eftir eitt møguligt amerikanskt álop.
Tað sigur uttanríkiskommiserurin hjá ES, bretin Chris Patten. Í einari røðu í ES-tinginum í Strasbourg fyrradagin segði hann, at eitt amerikanskt álop á Irak uttan stuðul frá ST fer at skaða bæði ST, NATO og sambandið tvørtur um Atlantshavið. Hann ávaraði samstundis USA og segði, at tað ber ikki til at skipa demokrati við kanónum.
- Tekur ST ikki undir við krígnum, verður tað trupult hjá ES at taka lut í arbeiðinum at endurreisa Irak, segði Chris Patten.