ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, ávarðar nú fólk ímóti at bíleggja sær uttanlandsferðir í summar. - Eg mæli fólk til at bíða við slíkum ætlanum. Eingin dugir í løtuni at spáa um, hvussu verður í juli og august, sigur hon í einari longri samrøðu við týsku ávísina, Bild.
Norska kringvarpið - NRK - hevur eisini spurt Heilsustovnin í Noregi, um fólk eiga at ógilda sínar bíleggingar av uttanlandsferðum í summar. Stjórin, Espen Nakstad, heldur, at tey útlit, sum eru í løtuni, siga, at summarið 2020 ikki verður, sum vanligt, tá ræður um frítíðarferðir í onnur lond.
Espen Nakstad vísir til tað, sum norska stjórnin hevur sagt, har fólk verða biðin um ikki at ferðast óneyðugt til onnur lond, og í løtuni er óvist, hvussu leingi tann tilráðing verður galdandi.
- Hetta mugu fólk hava í huganum, tá tey skulu leggja til rættis sína frítíð, sigur stjórin í norska Fólkaheilsustovninum við NRK.
Leiðarin fyri NHO Reiseliv í Noregi, Kristin Krohn Devold, sigur, at tey fara at leggja dent á norsk ferðafólk í summar. - Í summar verður tað týdningarmikið at skapa ferðahug og eggja norska fólkinum til at ferðast í egnum landi, sigur hon við NRK.
##med2##